Sølvi Næs Hoydal er sloppin inn á filmsútbúgvingina á Listaháskóla Íslands. Ungi filmsleikstjórin og sjónleikarin Sølvi Næs Hoydal slapp ígjøgnum nálareygað og er 1 av bert 12, sum er komin inn á filmsútbúgvingina á Listaháskóla Íslands.
Filmshúsið hevur í hesum sambandi sett Sølva Næs Hoydal nakrar spurningar:
Sig eitt sindur um teg og tína filmsbakgrund
– Eg havi altíð elskað at skrivað og fortalt søgur, men áhugin fyri at fortelja søgur gjøgnum film kom helst fyrst veruliga fram, tá ið eg var á Nóllywood og fekk nógvar góðar royndir við at gera film. So havi eg bara leingi havt stóran áhuga fyri filmi og eg elski kensluna av at síggja ein nýggjan film, sum eg elski og hugsi leingi um aftaná.
Nevn onkrar filmar, sum tú hevur leikstjórnað ella arbeitt við?
– Høvuðsfilmarnir, sum eg havi verið við til, eru ‘Typiskt’ (2022), ‘Nonstop’ (2021) og ‘KALL’ (2020), sum eg havi leikstjórnað. Harumframt spældi eg eisini høvuðsleiklutin í stuttfilminum ‘Undir’ (2024), sum Brandur Teitsson hevur leikstjórnað. Allir hesir filmarnir hava verið við í Geytanum. Annars arbeiði eg í løtuni við eini ungdómsrøð, sum enn er í hugskotsmenning.
Hvar fært tú íblástur frá?
– Nakað av tí kemur úr mínum persónliga lívi, men tað er faktiskt sjáldan. Mær dámar best fiktión, tí har kann eg skriva um leiklutir og støður, sum eg ikki kenni úr mínum egna lívi, men sum eru stuttligar at ímynda sær. Tað merkir tó ikki, at partar av persónseginleikunum í mínum leiklutum (og tað, sum teir uppliva) eru teir somu sum mínir. Mann kann aldrin ikki hava hjartað við. Íblásturin kemur av at síggja aðrar filmar, heilt vist, men ofta, tá ið eg fái eitt hugskot til eina søgu, byrjar tað við einari einstakari mynd, senu ella leikluti, sum eg havi í høvdinum. So byrji eg at skriva, og so við og við skapi eg eina søgu burturúr tí.
Hvat gleðir tú teg til í Íslandi?
– Eg gleði meg SO nógv til at læra málið, mentanina og fólkini at kenna. Tað, sum er áhugavert við Íslandi, í mótsetningi til Danmark til dømis, er, at vit kenna eitt sindur minni til teirra samfelag og mentan. Vit eru so ofta í Danmark, so tað er spennandi at royna okkurt nýtt, haldi eg. So gleði eg meg sjálvandi eisini til skúlan, har eg vónandi fái eitt ordiliga gott innlit í íslendsku filmsvinnuna, sum virkar so kreativ og innovativ. Har eru so nógvir góðir filmar, sum eru komnir úr Íslandi tey seinastu árini, so eg vænti, at fólkini har eru ótrúliga dugnalig og kreativ. So er tað góða við Íslandi eisini, at tað er eitt lítið land, so tað kann vera, at eg sleppi at møta nógvum av teimum, sum hava arbeitt uppá tær stóru íslendsku framleiðslunar. TAÐ gleði eg meg til.
Hvørjar framtíðardreymar hevur tú?
– Aftaná eg eri liðugur við mína útbúgving vóni eg, at eg havi ment mínar førleikar so nógv, at eg kann brúka filmsmiðilin til at fortelja hugvekjandi og kreativar søgur, sum eru tætt at hjartanum og sum eg kann vera errin av. Tá ið eg so komi aftur til Føroyar einaferð, vóni eg, at eg kann vera við til at menna føroysku filmsmentanina og filmsvinnuna.
Eg vóni annars eisini, at eg fari at gerast betri til at fortelja føroyskar søgur av at lesa í Íslandi. Av tí at mentanin og landslagið í Íslandi minnir so nógv um tað føroyska, vóni eg, at við at læra um filmarnar har og filma í íslendsku náttúruni, kann eg fáa íblástur til at fortelja mínar egnu søgur her heima í Føroyum.
Hjartaliga til lukku Sølvi!
Filmshúsið
“Hitt ein ungan leikstjóra “
2024