Summar Festivalurin bjóðar stóra 20 ára jubileumskonsert og Faustix í kvøld

Summar Festivalurin byrjar í dag. Fyrsta konsertin í kvøld verður á Torginum klokkan 19, tá ið Maria Ronnisdóttir á Heygum fer at framføra. 

Klokkan 22 verður stór 20 ára jubileumskonsert hjá Summar Festivalinum á Vágsbø. Tá fara umleið 20 sangarar og tónleikarar at framføra. Eitt nú skulu Paul Watchorn, Lena Anderssen, Ingi Poulsen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir og Karl Martin Samuelsen syngja. 

Klokkan 01 í nátt fer Faustix at undirhalda við elektroniskum tónleiki á Vágsbø.

Í kvøld spæla eisini Kim Hansen, Finnur Koba, Son of Fortune og Danny Baldursson.

Summar Festivalurin heldur fram til leygarkvøldið.