01/11/2025/Jónstein Petersen
Veðrið var ikki gott í morgun 1 nov. tá kappingin skuldi byrja kl 08.00 avgjørt var at útseta kappingina 1 tíma og tá bleiv fínasta vegur at hava kappingina.
Kappingina vann Tummas Jacobsen við hundinum Moss nr 2 var Tóki Berg Mikkelsen við Irpu og 3 var Anna Sofía Fjallheim við Midge.
Føroya besti hundur frá kappingarárinum 2024-2025 rennur undan øllum hinum aftur í ár, vit tosa um hundin Moss og hundaførarin Tummas jacobsen, nú tvær kappingar hava verið hevur Moss vunnið báðar kappingarnar sum hava verið og hevur tí fult stigatal 14 stig. 4 teir bestu hundarnir sleppa til EM ,sum tað sær út nú so fer Moss avstað við tí eina plássinum, meðan hini 3 plássini er alt opið, og spennandi verður at fylgja við.
Les meira her: FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni – Seyðahundasamband Føroya






