Í døgunum 6. til 10. november verður samfelagsstevna í Havn.
Evnið í ár er ”Kristus í mær” og er úr Galatiabrævinum 2.20:
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.
Endamálið við stevnuni er at vísa á Jesus Kristus, sum elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum og at minna hvønn annan á, at Kristus livir í hvørjum einstøkum, sum hevur tikið ímóti Honum. Vit gleða okkum eisini til at møta øðrum, sum trúgva á Jesus og at hava samfelag við tey.
Á stevnuni vera bæði yngri og eldri talarar úr ymsum pørtum av landinum. Góður felagssangur verður og Betesdakórið, Ebenezerkórið, Manskórið í Ebenezer, Fljóðljóð o.o. syngja.
Byrjað verður mikukvøldið við bønamøti í Ebenezer. Í vikuskiftinum verða møtini í Høllini á Hálsi.
Av serstøkum tiltøkum kunnu vit nevna, at:
- fríggjakvøldið og leygarkvøldið er opið hús, sum serliga er ætlað ungum, tó eru øll hjartaliga vælkomin. Fríggjakvøldið er tað kl. 22.30 og leygarkvøldið kl. 21.30.
- leygardagin kl. 15.00 er møti fyri øll ættarlið – bæði stór og smá.
- sunnudagin kl. 12.00 er barnamøti.
- aftur í ár verður borðreitt við smurdum breyði millum møtini sunnudagin seinnapart.
Øll eru vælkomin. Bæði tey, sum eru von at ganga á møti og tey, sum ikki eru von at ganga á møti. Stevnan er fyri øll.
Deyvatulking er á møtunum í vikuskiftinum og tá verða møtini eisini stroymd.
Fá meiri kunning á Ebenezer.fo