Aftur í ár ber til at gera kvettið í Runavík. Talan er um Býaarskáan í Runavík, ið er stóra heysttiltakið í økinum. Her verður skipað fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð.

Løkshøll og Bókasavnið við Løkin skipa fyri upplivingum, og handilslívið setir hol á eina rimmar jólasølu við einari ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi. Harumframt vera spennandi Støkk Upp handlar í økinum, ið somuleiðis hava nógv góð jólagávuhugskot. Handlarnir hava opið heilt fram til á miðnátt leygarkvøldið 4. november og sunnukvøldið til kl. 20.00

Úr rúgvuni kunnu nevnast Ævintýraferðin við Búa Dam og Dánjali á Neystabø vitja og fara at sýna ein part av virðisløntu filmssendirøðini “Seks spurningar um at vera menniskja” og síðani fara teir at syngja og framføra fleiri av teim barnakæru sangunum, sum teir eru so kendir fyri. Ein áhugaverd seymiverkstova verður hjá Dianu og ein smúkku-kafé á Heiðavegi. Á altanini hjá Betri verður uttandura konsert. Tann stuttliga og sermerkta stempulkappingin hjá handilslívinum er eisini, og vinningurin verður als ikki minni í ár.

Bókasavnið við Løkin letur dyrnar upp leygardagin kl. 10 við nógvum tilboðum til børnini. Har vera søguløtur, spurnakapping – og tey hava tilfar at gera kúllaligar bókaeinglar, stuttlig bókamerki ella onnur jólagávuhugskot.

Kunning um tiltøkini er at síggja á byarskain.fo og á facebook vanganum; ‘Býarskái í Runavík’. Samanumtikið ber til taka sær av løttum og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, og uppliva, hvussu Runavíkin spílar seg út fyrsta vikuskiftið í november.

Visit Runavík