Í dag hevur nýggja útvarpið, Rás 2, givið út nýggja app, har Rás 2 hoyrist í bestu góðsku.
Arbeitt hevur verið leingið við at menna appina – í eitt heilt ár. Loyvir og menning hava tikið langa tíð. Men nú er hon klár.
Appin er fyrst og fremst ein avspælari, men tíðindi og lýsingar eru eisini á appini.
Nú er eisini møguligt hjá lurtaranum at seta sín dám á Rás 2 við at velja sær løg á appini. Hesi løg vera javnan spæld á rásini.
Afturat hesum eru alskyns upplýsingar og skrá at finna á nýggju appini.
Tað eru Sp/f Lunnar, sum hava ment appina, sum riggar á øllum iOS og Android telefonum og teldlum. Appin riggar eisini væl í bilinum.
Ras 2 eggjar øllum at taka appina niður, tí har hoyrist Rás 2 í bestu góðsku – við einum klikki. Meira fæst at vita á ras2.fo