KRYSTALNÁTTIN: Náttina millum 9. og 10. novembur 1938 herjaðu nasistar í týsklandi gjøgnum jødiskar býarpartar har tey knústu útivið 7500 handlar, brendu niður 267 sýnagogur og drupu nærum 100 jødar. Fleiri 1000 onnur vóru illa viðfarin og millum 25 og 30.000 jødiskir menn vóru tiknir og beindir í konsentratiónslegur. Neistin, sum festi í gløðandi jødahatri, var at tann bara 17. ára gamli jødiski Herschel Grynszpan t. 7 novembur skeyt ein diplomat á týsku ambassaduni í París sum aftursvar til at foreldur hansara vóru burturflutt saman við 17.000 øðrum jødum í kríatúrsvognum til polska markið, har tey vóru slept leys undir ræðuligum korum. Tá hesin andaðist 9. novembur eksploderaði haturin við krystall-náttini og eftirfylgjandi jødatýningini um alt evropa undir 2. heimsbardaga.

Rás 2 fer at minnast hendingina hósdagin 9. novembur, har vit allan seinnapartin seta sjóneykuna á søguna og støðuna í dag – eftir 7. oktobur 2023. Eisini práta vit um sambandi millum Føroyar og Ísrael eins og vit frætta úr Ísrael og tosa við ísraelar bæði í og uttanfyri Føroyar. Lurta á Rás 2 hósdagin 9. novembur frá kl 13:00