Í ár er PRENTVIKAN flutt til høvuðsstaðin og er í páskafrítíðini frá 25. til 31. mars í Finsen Lonuni, Steinprenti, Listasavni Føroya, ListGraFo og Aulunin í Finsen.Prentvikan fagnar fjølbroytni innan prent og vendir sær til øll, bæði tey sum arbeiða við prenti og almenningin.
Hettar er fjórða árið á rað at skipa verður fyri prentvikum. Prentvikur hava verið í Fuglafirði í 2021, 2022 og 2023.
Á skránni er:
Mána-, týs- og mikudagin millum 14.00 og 17.00 er PRENTVIKU-Treff har lagt verður upp til “Prát, kveikjan og hugna…” í Finsen Lonuni. LITBRIGDI hevur SHOWROOM / Støkk-Upp sølu. kaffi/te og okkurt afturvið kann keypast.
Týs- og mikudagin millum 9.30 og 14.00 ber til hjá øllum at luttaka á ymiskum STØKK-UPP Verkstovum í Finsen Lonuni. (Ein kann tryggja tær pláss á www.litbrigdi.net ella støkka inn á gólvið og vita um pláss er.)
Mána-, týs- og mikudagin millum 11.00 og 17.00 hevur STEINPRENT á Skálatrøð framsýning við Torbjørn Olsen. Møguligt er at forvitnast og hoyra um verkstaðin.
Í vindeyganum hjá ListGraFo hevur Ann Mari Dam vindeygaframsýning 24/7.
Listasavn Føroya og Kafe List hava opið allar dagar frá kl 11.00 til 16.00.
Vikuskiftið 30. og 31. mars er stóra tiltaki PRENTVERK´24 í Auluni í Finsen. Aulan verður innrættað við básum har yrkis- og frítíðar grafikk-listafólk, sýna fram egin verk, arbeiða, netverka sínamillum og við tey vitjandi. Báðar dagar eru tónleikaframførðslur á pallinum og kaffi/te og okkurt afturvið kann keypast á Aulu-balkongini ☕ 🍪
Tiltakið er ein “Meet The Makers” marknaður, sum tað verður kalla kring heimin. Framsýnarar í ymisku básunum eru: Tóra Hammer / Marjun J. Hentze / Herit Magnussen / Paulina Winther / Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen / Rakel Helmsdal / Andrea Arnfríðardóttir / Hervør Hanusardóttur / Rikke Bak / Edith Mørkøre / Margit Brøndum Johannesen / Tinna Andriasardóttir Jacobsen / Ása Helena Brynjarsdóttir
Til ber at síggja fullu skánna fyri PRENTVIKUNA her: https://www.litbrigdi.net/skra-prentvikan.html
PRENTVIKAN´24 í Havn á fyrsta sinni.
