Fyrru hálvfinalurnar í Champions League-kappingini hava verið á skránni í vikuni, og í hesum sambandi tosaði Jens Hákun Leo við Sámal Matras Kristiansen, sum heldur við Borussia Dortmund, og við Súna Thomassen, sum umframt at halda við Liverpool eisini heldur við Real Madrid.

Stundir vóru eisini til at spyrja Súna, hvat hann heldur um komandi Liverpool-managaran, Arna Slot. Súni tóktist skeptiskur, tí nýggi maðurin í heita stólinum á Anfield er jú relativt ókendur. Slot who? kundi mann freistast at spurt.

Í seinnu hálvu av sendingini tosaði Jens Hákun við Nottingham Forest-fjepparan Bárð Højgaard. Forest hevur tríggjar dystir eftir at leika í ársins sesong, og tveir av teimum eru ímóti Sheffield United og Burnley. Í hesum dystunum skulu stig fáast til høldar, og Bárður Højgaard væntar eisini, at Forest fer at yvirliva í Premier League í ár.