Jens Hákun Leo tosaði við Aston Villa-fjepparan, Høgna Jacobsen, ið sum vera man var sera fegin um, at Aston Villa nú hevur kvalifiserað seg til Champions League næsta kappingarár.
Í seinnu hálvu av sendingini tóku Jens Hákun og Jákup Ósa saman um dystin millum Spurs og City týskvøldið, og teir hugdu eisini fram móti síðsta umfarinum í Premier League, sum verður á skránni nú sunnudagin.