Jens Hákun Leo tosaði við Everton-fjepparan Finn Johannessen um ta nýggjastu revsingina, sum Everton hevur fingið, og um týdningarmikla sigurin hjá teimum bláu av Merseyside móti Burnley leygardagin. Síðan var Liverpool-fjepparin Bogi Simonsen í horninum, og Jens Hákun og hann tosaðu millum annað um Champions League-dystirnar, sum vórðu leiktir í gjárkvøldið og fyrrakvøldið, og um 2-2 javnleikin millum United og Liverpool sunnudagin. Teir umrøddu harumframt tíðindini um, at Rúben Amorim møguliga skal taka við í Liverpool eftir Jürgen Norbert Klopp.
Premier League á Rás 2 11. apríl 2024

Aðrar greinar

Kollafjarðadagar, 1/2-Maraton-súkkling, Bartal, Rent A Bike

Kollafjarðadagar, 1/2-Maraton-súkkling, Elsa Berg, Borgarstjóri

Kollafjarðadagar, 1/2-Maraton-súkkling, Heidi Lava Elgeirsdóttir, býráðslimur

MC Restorff Heiðurskonsert, Bernhard Højgaard Petersen & Jens Kristian á Brúgvaskifti

Jóhannudagur í Vági – Halgeir Dahl Olesen úr Gjógvarábátinum
