Óli Jacobsen hevur fingið handað heiðurstekin Tórshavnar Býráð. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum á samkomu í gjár handaði Óla Jacobsen heiðurstekin og skreytblað.
Óli Jacobsen hevur í langt áramál gjørt eitt megnar arbeiði við at festa á blað søguna um fólkið, sum livað hevur í Føroyum.
Mong hava lisið greinarøð hansara í bløðunum, ið eisini eru tøk fyri almenninginum á heimasíðuni “Talgildir Kirkjugarðar”.
Harumframt hevur hann latið úr hondum fleiri bøkur um borgarar, sum á ymsan hátt hava havt týdning fyri siðsøgu okkara í kommununi.
Óli er sjónligur í býarmyndini, altíð á ferð, altíð í práti við fólk. Hann hevur víst óteljandi gestum runt í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Við at skanna qr-kotur á sjálvum gravsteinum, ber nú eisini til at lesa mongu greinar hansara um tey jarðaðu. Tað ein heilt serstøk uppliving at lesa um livaða lívið á sama staði, sum viðkomandi nú liggur undir mold.
Óli hevur eisini stuðlað við fakligari ráðgeving, nú qr-kotur eru settar upp við fýra minnisvarðar yvir føroyingar, sum sjóðlatnir eru undir Íslandi.
Fyri sítt drúgva og slóðbrótandi íkast til varðveitslu av siðsøgu okkara, verður Óli Jacobsen heiðraður við gullheiðurstekini Tórshavnar Býráðs.