Betri kvinnur – eitt nýtt kappingarár við einum nýggjum kappingarleisti
Tað verður eitt øðrvísi kappingarár hjá Betri kvinnum, nú kappingarleisturin er lagdur um og spurningurin er so um hetta fer, at gerða kappingina meira áhugaverda og spennandi.
Landskappingin í fótbólti hjá kvinnum hevur fingið nýggjan kappingarleist við grundspæl og endaspæl. Og sjálvt um øll liðini fara, at spæla tveir dystir ímóti hvørjum øðrum í grundspælinum, so hevur ein eina ábending um hvørji lið fara, at leggja seg í niðara bólkin og hvør endar í ovara bólkinum. Vit hava sæð eitt rák ígjøgnum vetrarvenjingina, har tey flestu oddaliðini hava styrkt seg við leikarum, sum koma frá niðaru liðunum, sum hava haft ein týdningarmiklan leiklut á teimum liðunum síðsta ár.
Hetta ger so tað, at tey veikaru liðini verða enn verri fyri til komandi kappingarár og mótstøðan hjá oddaliðunum verður í gjøgnumsnitt nógv minni. Hetta er í sær sjálvum keðiligt og er ikki við til, at fáa kappingina meira áhugaverda hjá áskoðarum at hyggja eftir. Og spurningurin er eisini, um allir leikara fáa nóg nógvar royndir, tí í nógvum førum koma hesir leikarar, at sita á bonkinum stóran part av kappingini. Men hinvegin gevur hetta oddaliðunum eina breidd, sum gevur eina styrki, at kappast ímóti KÍ-Kvinnum, sum hava vunnið tey flestu meistaraheitini ígjøgnum árini.
Nýggi kappingarleisturin er hinvegin, ein fínur máti hjá botnliðunum, at fáa eina meira javna kapping ímillum liðini og vil hetta heilt sikkurt gera, at teir leikara sum spæla við botnliðunum fáa meira burturúr og tað verður meira áhugavert, at spæla fótbólt á jøvnum støði. Men vansin er so, at teir betru leikarnir á hesum liðum, fáa møguliga minni burtur úr. Men hinvegin mugu teir leikarar taka eina ábyrgd á hesum liðum, sum teir helst ikki fáa á einum topliðið.
Eitt rák sum vit kunnu koma at síggja í summarsteðginum, er at vit fáa fleiri leikaraflytingar aftur, tí fleiri leikarir fara at leita sær heimaftur fyri at fáa meira spælitíð og síggja tá ein møguleika, at vera við til at vinna tí seinnu kappingina ímillum botnliðini. Talan kann eisini vera um lokalar leikarar á toppliðunum, sum koma at flyta, tí tær ikki fáa serliga nógva spælitíð á sínum liðið.
Tá vit hyggja eftir sjálvari kappingini, so vita vit at eitt lið sum KÍ-Kvinnur ikki vera nemmar at koppa av toppinum. Tær hava eina breidd á liðinum, sum hini liðini ikki hava. Vit hava eisini sæð eina tilgongd av leikarum til KÍ sum styrkir teirra lið enn meira í ár við Margunn Lindholm, Sólja V. Johansen og Sólju Ernstdóttir. KÍ Kvinnur hava sama venjaratoymi við Kristoffer Kvistgaard og Rúna Bjartalíð og so tilgongd av einum eyka hjálparvenjara Svanberg Óskarsson úr Íslandi, sum eisini styrkir teirra leiklut í kappingin.
NSÍ hevur eitt sterkt lið í ár, við stórari tilgongd av leikarum frá øðrum toppliðum á landsliðstøði sum Julia Naomi Mortensen, Margit Magnusdóttir, Natalia Dansdóttir Olsen og Evilin da Silva Mastropasqu har allar eru við til at styrkja liðið hjá NSÍ í ár. NSÍ-Kvinnur hava eisini sama venjara Allan Dýbczak við tilgongd av Martin Jarnskor sum nýggjur hjálparvenjari. Og hetta skuldi styrkt teirra toymi rættliga nógv til kappingina í ár. NSÍ fer heilt sikkurt eftir greibuni í ár, sum eisini kann vera ein møguleiki hjá felagnum í Runavík
Víkingur er nokk tað liðið sum hevur gjørt stórstu broytingarnar, har Svenn Ó. Olsen er settur sum nýggjur venjari saman við Hans Andrias Olsen sum hjálparvenjara og so hava tey eina stóra tilgongd av leikarum sum Eyðgerð Mikkelsen, Lea Lisberg og sum skilst eisini Saritu Petersen sum allar styrkja nógv um liðið og so teirra egnu Mona Rasmusdóttir og Jensa Tórolvsdóttir sum eru komnar heimaftur úr Danmark. Víkingur verður eitt spennandi lið í ár og kann verða eitt lið sum endar í top 3 í kappingini.
HB-Kvinnur hava nógvar leikara og eru altíð eitt sterkt lið. HB hava eisini styrkt seg við leikarum sum Anóra á Løgmansbø og Lisu Haraldsen sum báðar koma úr 07-Vestur. Eisini er Gunnvá Lútzen komin heimaftur úr Danmark í málið hjá HB. HB hevur eisini sama høvðusvenjara sum síðsta ár við Lukasz Cieslewicz á odda, sum hevur gjørt ein 2 ára sáttmála við HB kvinnur.
B36-Kvinnur hava eisini nógvar leikar og hava styrkt seg við einum donskum Leikara, Emma Lind Simonsen úr danska AaB. Venjaratoymi er nýtt og spennandi við Arnbjørn Danielsen, sum høvðusvenjara og Rúna Sumberg Patursson sum hjálparvenjara. Tað er ringt at meta um hvat B36 hevur at bjóða tá ið kappingin byrjar, men tað verður spennandi at fylgja gongdini hjá hesum liðinum í ár.
Skála ÍF kvinnur er eitt nýtt lið í kappingini við Sveinur Ellefsen sum høvðusvenjara. Hetta er eitt lið sum byrjar heilt av nýggjum við einum smølum hópi, men við nógvum spennandi leikarum ávegis uppeftir frá U16 gentum. Tað er sera positivt, at síggja Skála í bestu deildini í ár, eitt spennandi lið at fylgja.
Tað sama er við FC-Hoyvík sum eisini er eitt nýtt lið í Betri deildini við fleiri ungum leikarum, men sum hevur fingið styrk frá HB, B36 og 07-Vestur. Høvuðsvenjarin hjá FC-Hoyvík er Zoran Vujuvic saman við Hellen Simonsen og Mai-britt Eystberg sum verða hjálparvenjara. At eitt kvinnulið er komið í Hoyvík er positivt og vit fara at fylgja gongdini hjá FC-Hoyvík kvinnum í ár.
TB/FC-Suðuroy/Royn kvinnur eru aftur við í ár, og her hava vit sæð eina størri framgongd síðan tær byrjaðu fyri nøkrum árum síðani. Spennandi verður at fylgja gongdini hjá felagsliðinum í Suðroy í ár.
Tað verður eina meira jøvn kapping í ár og fleiri lið fara at bjóða meistarinum av og so er tað spurningurin, um nakað lið fer, at klárar at koppa KÍ- Kvinnum. Hendan spurningin lata vit liggja til kappingin er komin at enda.
Soleiðis verður mett at kappingin endar í ár.
KÍ
NSÍ
Bólkur 1. Víkingur
HB
——————————————
B36
Skála ÍF
Bólkur 2. FC-Hoyvík
TB/FC-Suðroy/Royn.
B36 endar helst í niðara bólkinum og fer at kappast um botnstríðið, men vinnur helst niðara bólkin.
Skriva: Vinjard Johansen 27.02.2024 (Kvinnan og Bólturin)

