Ein nýggj matstova letur upp í Saltangará hósdagin, 4. juli. Navnið á nýggju matstovuni er RIST. Á
RIST fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum og á karráan hátt – á eini grill. Maturin
verður borðreiddur í nútímans, hugnaligum hølum á matstovuni í Saltangará. Tað, sum
eyðkennir RIST er hugni, tænasta og góður matur. Tilber at síggja at síggja matskránna og at
bíleggja borð á www.rist.fo
Eigararnir, ið allir eru úr nærumhvørvinum, mettu, at tað manglaði eitt matstað av slíkum slagi í
umhvørvinum, sum hevur fingið fleiri tilflytarar seinastu árini.
RIST letur upp í nýggju hølunum, har søguligi handilin hjá Bjarna Hansen, vanliga nevndur Bjarni
Blikk, helt til. Tey flestu tilkomnu í nærumhvørvunum munnu minnast handilin hjá Bjarna Blikk.
Almenn móttøka verður á RIST, mikudagin, 3. juli kl. 12:00 til 14:00, har Torbjørn Jacobsen,
borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur nøkur orð og Terje Vestergaard spælir og syngur nøkur
løg. Eisini fer Johan Hans, sum er sonur Bjarna Blikk, at fortelja um søguliga handilin hjá pápa
hansara. Øll eru hjartaliga vælkomin.