Jógvan á Lakjuni gevur á ”Forlagnum Heima” út eina lítla, men sera aktuella bók, ”Brøv frá Lív”, sum hann hevur umsett úr norskum.

Í fororðunum sigur Jógvan:

”Smáar bøkur kunnu vera innihaldsríkar og týdningarmiklar, og ”Brøv frá Lív” er avgjørt ein slík bók.

Fyri árum síðan fekk eg hana upp í hendurnar á norskum. Bókin er eisini á donskum, og eg nýtti hana onkuntíð í undirvísing míni í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.

Kom fram á hana aftur herfyri, og nú ið tosað verður um at lóggeva um fría fosturtøku í Føroyum, helt eg, at eg skuldi umseta bókina til føroyskt.

Hon er eitt grípandi íkast til hetta sera viðkomandi kjakið og er skrivað við støði í sonnum hendingum.”

Ein ung genta sendir nøkur brøv til farbróður sín. Hon er við barn, og unnusti hennara og foreldrini, bæði hansara og hennara, hava lagt trýst á hana at velja fosturtøku.

Hon sær sær als ongan útveg.

”Henda bók átti at verið kravdur lesnaður hjá foreldrum og skúlanæmingum”, skrivaði forlagið Lohse, tá ið bókin kom út í Danmark.

”Brøv frá Lív” má sigast at vera eitt sterkt og rørandi íkast til kjakið um fría fosturtøku, kanska eitt av teimum sterkastu – einføld og erlig – bara orð frá gentuni sjálvari.

Bókin fæst í bókabúðunum og frá forlagnum og kostar 99,- kr.