Í haldførisgreiningini hjá Búskaparráðnum verður tikið útgangsstøði í fólkatalsframrokningini hjá Hagstovuni. Fólkatalsframskrivingin hjá Hagstovuni hevur eina nettofráflyting hvørt ár. Verður nettofráflytingini í greiningini sett til 0, verður haldførið eitt vet betri, men tað er framvegis langt á mál. Haldførisávísin fer frá -9% av BTÚ til -8% av BTÚ.

Fortreytin um null nettofráflyting ger, at talið av persónum í arbeiðsvirknum aldri veksur meir enn talið av fólki uttanfyri arbeiðsvirkna aldurin í framroknaða tíðarskeiðinum. Sostatt bøtir hendan fortreytin um demografiska forsyrgjarabrøkin, og gjógvin millum inntøkur og útreiðslur hjá almenna geiranum gerst eitt sindur minni. Men tó er enn langt á mál, hóast onga nettofráflyting.

Tað hava verið stór útsveiggj í nettoflytingini millum útlond og Føroya seinastu 35 árini, og tað bendir á, at føroyska búfjøldin, í øllum førum søguliga sæð, hevur verið rættiliga flytifør. Fortreytin um nettofráflyting er tískil serliga viðkomandi í Føroyum. Torført er at gera eina eintýdda meginreglu fyri fólkatilflytingina í framtíðini. Sigast kann tó, at fólkaflytingar í Føroyum tykjast at hava tætt samband við gongdina í búskapinum og arbeiðsloysinum.

Fráflytingin í Føroyum er í stóran mun ung fólk, ið velja at nema sær útbúgving uttanlands. Sambært Hagstovu Føroya fer ein triðingur av ungdóminum uttanlands og bert helvtin av hesum koma heim aftur, og tað svarar til, at fimti hvør velur Føroyar frá, sí mynd 1 niðanfyri.

Minkar fráflytingin millum ung kann tað fáa positiva ávirkan á haldførisávísan. Um fleiri velja at nema sær hægri útbúgving í Føroyum, ella taka ein part av útbúgvingini í Føroyum, heldur enn í útlondunum, hevði tað væntandi ført við sær, at fleiri festu røtur í Føroyum og hesi høvdu tí seinni økt um arbeiðsfjøldina.

Fyri at fremja tilflyting og minka um fráflytingina av ungum kunnu politikarar raðfesta Fróðskaparsetur Føroya og aðrar hægri útbúgvingar, skapa kappingarførar lestrarumstøður. Politiska skipanin kann á hendan hátt fremja átøk, ið eggja til eina ávísa atferð. Tað er tó sjálvandi eingin trygd fyri, at atferðin broytist, og at ung frameftir ikki velja at flyta av landinum, í sama mun sum tey gera í dag.

Niðurstøðan er tó enn hin sama; at føroyski búskapurin stendur fyri eini haldførisavbjóðing, og neyðugt er fyrst og fremst at hækka pensjónsaldurin, gera effektiviseringar á eldraøkinum og almenna rakstrinum, fyri at betra um fíggjarpolitiska haldførið.  

Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.