BTÚ í føstum prísum vaks í 2022 við 5,4%, meðan miðalvøksturin síðstu 10 árini í BTÚ í føstum prísum hevur verið 3,4%.

Hagstovan Føroya ger upp framleiðsluvirðið (BTÚ) í føstum prísum. Við uppgerðini av BTÚ í føstum prísum ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar uttan mun til prísgongdina. Mynd 1.3 vísir árligu broytingina í realum BTÚ. Á myndini sæst, at BTÚ í føstum prísum vaks 5,8% í 2021 og 5,4% í 2022, ið er ein hægri vøkstur enn miðalvøksturin seinastu 10 árini á 3,4%.

Í talvu 1.3 er búskaparvøksturin fyri árini 2009 – 2022 lýstur fyri útvald norðurlond við miðal árligum vøkstri og standardfráviki. Standardfrávik merkir, hvussu nógv árligu vakstrartølini víkja frá miðalvøkstrinum og lýsa sostatt sveiggini í búskapinum. Føroyar høvdu ein miðal búskaparvøkstur á 2,8% í árunum 2009 – 2022, sum er væl størri, enn hjá hinum londunum. Føroyar hava eisini nakað størri sveiggj, ella standardfrávik (3,2%-stig), enn øll hesi lond (undantikið Ísland). Hesi lond hava eitt standardfrávik millum 1,5%- og 2,7%-stig. Um serligar orsøkir ikki eru tilstaðar, plaga størri lond at hava minni sveiggj, enn smá lond.

BTÚ í føstum prísum mátar, hvussu framleiðslan av vørum og tænastum er økt uttan mun til prísgongdina, men givið er, at tað hevur gagnað virðisskapanini í Føroyum, at vit hava fingið fyrimunarligar prísir fyri okkara útflutningsvørur. Føroyski búskapurin hevur verið í framgongd í góð 10 ár og ein partur av hesum stavar frá, at býtislutfall okkara er betrað í hesum tíðarskeiði. Býtislutfallið er lutfallið millum prísirnar á okkara útflutningsvørum í mun til prísirnar á vørunum, ið vit innflyta. Vælferðin hjá føroyingum betrast, tá ið býtislutfallið verður betri, men júst tað fangar BTÚ í føstum prísum ikki.