Jólamenninir koma inn á Vágsbotn leygardagin kl. 15.00. GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóða karamellur.

Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 14. desember klokkan 15. Umborð á jólaskipinum er Julius við vinmonnum, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.

GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóða karamellur, og Morgunkórið syngur á Trappuni í Vágsbotni kl. 15.30, har fólk kunnu syngja við.

Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao og Frelsunarherurin spælir.

Barnakórið, Dropar, syngur á Pavilionini kl. 16.00, og forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum hevur opið frá kl. 12.00 til 18.00. Smáu jólasmátturnar hava opið til kl. 20.00.