Visit Runavík heldur áfram við fyrilestrarøðini um íverksetan og ferðavinnu. Næsti fyrilesturin røðini, verður mánakvøldið 13. november, og tá er Heimablídni á skrá. Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands fer at greiða frá hugtakinum og tilboðnum Heimablídni. Hvørji eru krøvini og reglurnar í sambandi við Heimablídni? Hvussu brúkar Visit Faroe Islands heimablídni í marknaðarføringini av Føroyum? Og hvønn leiklut hevur heimablídni í nýggju ferðavinnustrategiini?
Næst á skrá er Harriet Olafsdóttir, íverkseti og bóndi. Hon fer at greiða frá sínum royndum – hvussu byrjaði hon og hvussu sær gerandisdagurin út í dag. Súsanna og Harriet svara fegnar spurningum.
Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 13. november kl. 19-21 og eru ókeypis.
Toymið á Visit Runavík hevur í rúma tíð arbeitt við at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið. Vit miða altíð ímóti, at trivnaður og nøgdsemi eru í hásæti.
Toymið á Visit Runavík vónar, at onkur fyrilestur kann geva íblástur at byrja eitthvørt virksemi, so fleiri úr lokala økinum kunnu bjóða seg fram, tá ið talan er um staðbundnar upplivingar, gisting, vistveiting, heimablídni ella okkurt líknandi.
Visit Runavík