Filmurin ‘Fuglafjørður: A World-leading Fish Industry Hub’ vísir ta stóru vinnuligu menningina sum fer fram í Fuglafirði. Talan er um ein 20 minuttir film í dokumentar stíli, framleiddur av Tyril & Olsen í samstarvi við áhugaðar fyritøkur í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum, umframt Fuglafjarðar Kommunu og Fuglafjarðar Havn. Nevndu fyritøkur eru Havsbrún, Framherji, Bergfrost, Pelagos, Vónin, Vistir og Mowi Faroe Islands.
Eitt nú framgongur av filminum at Fuglafjarðar Havn er størsta havn í Føroyum hvat viðvíkur umsetningi í tonsum, at Fuglafjørður hevur flest arbeiðspláss í landinum í mun til fólkatalið, og við høgum lønum, og hevur tann ídnað í Føroyum sum brúkar mest orku.
Fuglafjarðar Havn er ein depil upprunaliga bygdur á uppsjóvarvinnuna; tann stóra vinnuliga menningin sum nú fer fram á staðnum og meira víða í kommununi er serliga tengd at alivinnuni.
“Hetta er ein vinnudepil í heimsklassa, og hesin filmurin sigur frá tí upp ein á lættan og góðan máta,” sigur Dávur Juul, borgmeistari í Fuglafirði. “Eg eri stak væl nøgdur við úrslitið og tað filmurin fortelur um okkara vinnuumhvørvi. Myndirnar og frásøgnin eru framúr hugtakandi og upplýsandi. Filmurin ber ein týðiligan og samanhangandi boðskap, hóast talan er um eitt evni sum í grundini ikki er lætt og einfalt.”
Maria Olsen hevur filmað saman við Búa Tyril. Búi og Maria hava sett saman og klipt. Búi hevur skrivað, gjørt samrøður og lagt rødd til. Hann hevur eisini staðið fyri ljóðinum og gjørt tónleikin.
“Hetta var ein spennandi avbjóðing og okkara størsta filmframleiðsla higartil,” viðmerkir Maria Olsen. “Vit hava lagt dent á ein fotojournalistiskan dám, sjálvt um tónin samstundis flaggar at hetta er eitt slag av PR og promovering av einum øki og fyritøkunum har. Eg haldi uppgávan passaði væl til okkara førleikar innan frásøgn, orð, myndir og ljóð.”
Filmurin kann síggjast her: https://vimeo.com/941129911
—