Evropeiski miðbankin (ECB) lækkaði 6. juni 2024 rentuna við 0,25 prosentstigum. ECB hevur lækkað rentuna, tí útlitini fyri at røkka málinum um eina inflatión á 2%, eru betraði munandi, sigur ECB.

Eftir at evropeiski miðbankin boðaði frá síni rentulækking, lækkaði danski Nationalbankin eisini rentuna fyri at halda kursin á donsku krónuni støðuga í mun til evruna. Tá ið Nationalbankin lækkar rentuna, gerst tað bíligari hjá føroysku bankunum at læna pening frá Nationalbankanum, ið merkir, at teir kunnu lækka sínar rentur.

Allir føroysku bankarnir hava eftirfylgjandi fráboðað rentulækking. Lægri renta merkir lægri rentuútreiðslur serliga hjá teimum, ið hava stóra skuld.

Um komandi rentulækkingar boðar ECB frá, at miðbankin ætlar at halda rentuna nóg høga og nóg leingi, til at málið um ein árligan prísvøkstur á 2% verður rokkið. Miðbankin fer so hvørt sum nýggj hagtøl koma, at taka støðu til, hvørt rentan skal lækka ella haldast óbroytt. Miðbankin er sum nú er ikki avgjørdur um nakra ávísa gongd fyri rentuna ella nakra ávísa ferð, sum rentan skal lækka við, men sigur seg fara at meta um støðuna frá fundi til fundi.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.