Seinastu mánanar hevur nevndin fyri missiónsfelagsskapin Atlantic Mission arbeitt við fyrireikingum í samband við evangeliseringsferð til Randers í Danmark. Umleið 30 fólk hava meldað seg til átakið. Tey flestu av teimum koma at ferðast loftvegis, meðan onnur sigla við missiónsskpinum Juvél 2, sum fer av Klaksvík kl.15:00 í dag. Skipari verður Gullak Gullaksen úr Leirvík.
Ætlanin er at steðga í Hirtshals pálmasunnudag, har vitjað verður í føroyska samkomusalinum Malta til møti sunnumorgunin, og seinnapartin verður samkoman boðin umborð til sangløtu og drekkamunn. Sunnukvøldið verður farið víðari til Randers, har komið verður mánadagin 25. mars, har almenn móttøka verður Kl 15:00.
Vitjanin er í 13 dagar og kemur at fevna yvir páskahøgtíðina. Sunnudagin 07. april endar vitjanin og sama dag verður farið úr Randers á leiðini aftur til Føroyar.