Tað hevur gingið væl at fáa føroyingar at siga Fólkaheilsustýrinum, hvussu teir hava tað. Omanfyri 60 % av teimum 8.000 spurdu hava svarað spurnablaðnum ”Hvussu hevur tú tað?” á Vanganum. Kortini heitir Fólkaheilsustýrið á enn fleiri um at svara, áðrenn freistin er úti á midnátt.

– Tess fleiri svara, tess betri, sigur Vár Honnudóttir, verkætlanarleiðari, og leggur dent á, at svarprosentið hevur týdning fyri virðið á kanningini. – Umboðanin higartil eru rættiliga góð, økini eru javnt umboðað, allir aldursbólkar luttaka og bæði kyn eru væl umboðað. Í grundini eru vit væl nøgd, men vit vóna tó, at endaspurturin verður so mikið góður, at tilsamans tveir triðingar fara at svara.

Tað er til gagns fyri okkum øll í Føroyum, at vit fáa føroysk hagtøl um heilsu, sjúku og trivnað hjá føroyingum. Hetta er serstøk vitan, sum kann brúkast til at raðfesta átøk á heilsuøkinum.

Spurnablaðið er tøkt á Vanganum undir Fólkaheilsustýrinum.