Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar til spennandi ráðstevnu um hvussu ein pinkutjóð sum Føroyar fær atgongd til viðkomandi marknaðir – tað fer at snúgva seg um geopolitikk, samstarv og samhandil. Ráðstevnan er liður í arbeiðinum hjá felagnum at seta fokus á kappingarførið og hvønn týdning eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið, fyri fólkið sum býr í landinum og fyri føroyska vinnulívið.
Fyrilestrarhaldari verður Jonathan Holslag sum undirvísir í altjóða politikki á Fría Universitetinum í Brússell. Hann hevur skrivað fleiri viðurkendar bøkur, umframt at hann hevur ráðgivið stjórnum og stórum feløgum í hópa tali.
Jonathan Holslag sigur soleiðis um framløgu sína:
”The geopolitics of the seas: The Atlantic Ocean, including the Faroe Islands, returns to the forefront as an arena in major power politics. And even the fish that is caught, becomes more sensitive to geopolitics. Emerging power seek to advance their companies and build dominant positions along the maritime supply chain. Fish export has been used frequently as source of diplomatic leverage. This lecture explains how to navigate”.
Eftir framløguna hjá Jonathan verður pallborðsorðaskifti.
Luttakarar:
- Sjúrður Skaale, fólkatingslimur
- Regin Jacobsen, stjóri Bakkafrost
- John Rajani, løgmansstjóri
- Niels Winther, stjóri Føroya Arbeiðsgevarafelag
- Orðstýrari: Ben Arabo, stjóri Framtak
Ráðstevnan er almenn og ókeypis. Neyðugt er tó at melda til á: www.loksholl.fo