Ein nýggj frágreiðing hjá OECD verður almannakunngjørd í morgin 17. oktober. Frágreiðingin eitur “How to make societies thrive? Coordinating approaches to promote well-being and mental health”.
Í frágreiðingini verður ABC fyri sálarliga heilsu umrøtt sum eitt “best practice” dømi um, hvussu ber til at arbeiða við sálarligari heilsu á samfelagsstigi. Frágreiðingin kemur bæði inn á royndir úr Føroyum og øðrum ABC londum. Ein av luttakarunum á tiltakinum er stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu, Robert Donovan.
ABC fyri sálarliga heilsu er eitt átak, ið er grundað á gransking og arbeiðir fyri at styrkja og fremja sálarliga heilsu á einstaklinga-, bólka- og samfelagsstigi.
Frágreiðingin verður løgd fram á Zoom 17. oktober kl.12.00-13.30. Tiltakið er alment og til ber at lesa um tiltakið og skráseta seg her.