Heystfagnaðurin á Eiði fyllir 10 ár! Á skránni er mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað er við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki. Á skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið, hespu kapping, rullu- og kjøtpylsu smakking og verkstaðir til børn og barnsligar sálir, eins og besti flettari verður funnin. Seyðurin og alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin. Stóri dagurin er leygardagurin, men dagarnar frammanundan og eftir verða eisini onkur tiltøk.