Heilfluktarin var á Tórsvølli til søguliga dystin, KÍ vs. Lille OSC, og eitt framúr avrik og úrslit má sigast.

Hetta var ikki ein klassisk útvarpan, vit fylgja sjálvandi leikgongdini men samstundis reika vit víða , tosa m.a. um hvørjir Lille OSC eru, um gongdina hjá KÍ her heima og í europa, um franskan kultur. Vit hugnaðu okkum óført, og enn einaferð tillukku KÍ við fyrstu stigunum í Conference League bólkaspælinum.

Frásøgufólk vóru Jonhard H. Hansen og Petur Hansen.