Meðan bretin, Bairnsfather, lá í eini skotgrøv undir 1. heimsbardaga, hoyrdi hann brádliga sang í myrkrinum. Hendingin fór fram um jóltíðir. Hann prikar tann, ið stóð undir lið hansara. Bairnsfather spurdi hann, um hann hoyrdi týskarnir syngja jólasálmar. Ja, var svarið. Eftir eina løtu byrjaði, Bairnsfather, við bretunum at syngja saman við týskarunum. Søgan endar við, at týskarar og bretar møttust ímillum skotgravirnar at heilsa upp á hvønn annan.

Júst hetta sóu vit sunnudagin. Kristnir ísraelar og palestinar savnaðust í fleiri kirkjum kring Ísrael til tess at syrgja tey kristnu, ið doyði tá ein kirkja í Gaza varð rakt av rakettum. Sjálvur halgidómurin stendur eftir – vit trúðu, at hann varð oyðilagdur – forgarðurin og uppíbyggingar fingu tó stóran skaða. 17 kristin lótu lív.

Ísrael hevur sagt, at kirkjan var ikki eitt mál. Málið var eitt goymistað hjá Hamas beint við kirkjuna. Onkur vil vera við, at tað er eitt undir, at skipið og kórið í kikjuni framvegis standa.

Í Heilagu Gravkirkjuni í Jersúsalem – kirkjan, ið er bygt á heyggin, Golgata – segði eini kirkjulimurin sunnudagin, at í dag halga vit okkara bønir til tey kristnu í Palestina, ið hava mist síni kæru eftir loftálopið hósdagin.

Í øllum ruðuleikanum, sum hendi eftir at Hamas brutalt leyp á ósekar ísraelar, er hetta ein vón í vónloysinum. Mátti einleikin millum kristin úr Ísrael og Palestina verðið eitt ljós í myrkrinum.

Tað, ið vit kunnu fegnast yvir er, at kirkjan, Santa Porferius, í Gaza framvegis veitir hjálp í økinum. Ljósið er ikki sløknað!

Lat okkum standa saman við teimum. Lat okkum biðja frið yvir Ísrael og alt økið kring Ísrael. Lat okkum syrgja tey óseku. Og lat okkum á ein serligan hátt, standa saman við kristnum ísraelum og palestinum.

Tit kunnu eisini hjálpa okkum at hjálpa teimum.

Stuðla á konto 6460-6058169, viðmerk “kp”