Tað skrivar Landssjúkrahúsið á sín Facebook vanga.

Víðari stendur: “Týsdagurin 12. desember var ein serligur dagur, tí fyrstu skurðseingjastovurnar í H-bygninginum stóðu klárar at takast í nýtslu. Longu dagin eftir fluttu sjúklingarnir inn.

Talan er um eina av skurðseingjadeildunum, ið er flutt úr elsta bygninginum á Landssjúkrahúsinum, eisini kallaður A-bygningurin, til tann nýggjasta bygningin. Hetta er ein týdningarmikil hending, ið er og fer at vera ein av merkisløtunum í hesari verkætlanini.

H-bygningurin er útgjørdur við góðum og nýmótans umstøðum, ið bæði betra um sjúklingagongdina og arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum.

Køkurin flutti inn í august, endurvenjingarhølini vórðu tikin í nýtslu í september, nýggja og framkomna seingjavaskið í byrjanini av desember, og nú umsíðir húsast sjúklingar á skurðseingjadeild í H-bygninginum.”