Mánadagin samtykti aðalfundurin í UArctic, sum er altjóða samstarv av universitetum, granskingarstovnum o.a., at Fróðskaparsetur Føroya skal vera vertur fyri stóru altjóða ráðstevnuni, UArctic 2026.
“Hetta vísir, at vit spæla týdningarmiklan leiklut, tá tað ræður um arktiska gransking og arktiskt samstarv. Fróðskaparsetur Føroya vil vera ein samansjóðaður partur av altjóða akademiska samfelagnum, og henda ráðstevnan er eitt gott dømi um tað og eitt týdningarmikið stig á leiðini”, sigur Martin Tvede Zacharisen, rektari.
Lesið meira her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/setrid-vertur-fyri-uarctic-2026