Sp/f Intra hevur síðstu 8 árini fingið stóran marknaðarpart av intranetunum í Føroyum. Tí varð avgerð tikin um, at royna seg á útlendska marknaðinum, og hevur Intra fyri tað mesta arbeitt í Grønlandi og Danmark.

Sp/f Intra hevur nú eisini keypt danska fyritøku, sum hevur veitt intranetsloysnir á danska marknaðinum seinastu 15 árini, og keypið víðkar munandi um kundaskaran hjá felagnum í Danmark.

Í samband við danska uppkeypið hevur Framtak sett pening í Sp/f Intra og eigur nú 10% av fyritøkuni.

Ben Arabo, stjóri í Framtak sigur: ”Fyri okkum er hetta ein spennandi íløga í eina føroyska KT-fyritøku, ið veksur bæði innanlands og uttanlands, har møguleikarnir eru stórir. Vit gleða okkum til eitt gott og gevandi samstarv.”

Jaspur Langgaard, stjóri í Sp/f Intra sigur: ”Keypið av danska felagnum er eitt týdningarmikið stig í okkara vakstrarætlanum uttanfyri Føroyar, og vit eru sera fegin um, at kunna styrkja um kapitalgrundarlagið við at Framtak setir pening í Sp/f Intra.”

Eftir uppkeypið hevur Intra 400 kundar við íalt 32.000 brúkarum. Hetta merkir samstundis at Intra hevur størri afturvendandi inntøkur frá útlandinum enn tað hevur á heimamarknaðinum.

Um Sp/f Intra:

Intra, sum hevur skrivstovu í Saltangará, hevur 7 starvsfólk við virksemi í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Stjóri er Jaspur Langgaard, og í nevndini sita Ulf Bech Christensen, formaður, Jaspur Langgaard, Reimund Langgaard og Ben Arabo.