Í Sovjetsamveldinum høvdu tey miðilin Pavda – sum merkir sannleikin. Ongin slapp at ivast í systemstjórnaða og subjektiva sannleikanum hjá Pravda, og onki nýtt er undir sólini, táið sami miðil, nú í Ruslandi, er amboðið hjá teimum, ið nú ráða fyri borgum í Kreml. Tað er ikki sørt, at tíðindadeildin hjá Kringvarpi Føroya er farin at líkjast russiska systirmiðlinum. Sambært tíðindaleiðaranum hevur deildin altíð rætt, hóast tað kann prógvast, at tíðindini eru blóðskeiv. Úr Sortudíki rekur ein margháttligur og næstan religiøsur ex cathedra hugburður soleiðis, at ongin skal váða sær at rætta skeivleikarnar, sum vera bornir fram á torg oman av journalistiska parnassinum í høvuðsborgini.
Í sendingini ”Kom á val 03”, í sjónvarpinum fyri kortum, varð fráboðað, at tað stóðu fýrati – 40 – fólk á bíðilista til búpláss hjá Roðanum pr. 1. januar 2024. Um hetta var sannleikin, tá hevði Roðin neyvan verið toppskorari í nøgdsemi í stóru kommunukanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri KVF. Tá høvdu vit heldur, á eldraøkinum, ligið sum no. sjokk í kanningini. Umsóknir og veruligir bíðilistar eru ikki tvær alin av sama vadmali. Eitt dømi. Núverandi borgarstjórin í Runavíkar kommunu kundi havt sent eina umsókn um búpláss til Roðan fyri góðum tveimum árum síðan, umsóknin hevði verið journaliserað, men meskarnir í visitatiónini høvdu ikki latið hann farið ígjøgnum, til tað er hann enn í einari alt ov góðari heilsustøðu.
Áhugavert eisini, at KVF brúkar áleið eitt ára gomul tøl til eina aktuella sending um eldraøkið og í samband við eitt kommunuval. 1. januar 2024 stóðu 8 borgarar á veruliga bíðilistanum hjá Roðanum. 15. januar vóru tey 10 og í dag standa 4 borgarar á tí veruliga bíðilistanum. Tølini hjá Kringvarpinum eru 10 ferðir størri, 10 ferðir skeivari, og kortini tvíheldur tíðindaleiðarin um, at hon og hennara samansvornu hava røttu tølini, meðan vit, sum varða av Roðanum – toppskorarin í Kommunukanningini eldraøkinum viðvíkjandi, ikki hava minstu hóming av, hvat ið vit fáast við.
Tað kann ikki vera rætt, at tjóðarrásin, Kringvarp Føroya, undirdíkt í skattakrónum, leggur eftir einum vælvirkandi høpi og miskrediterar tað so álvarsliga sum í hesum førinum. Hevði man so tikið í egnan barm, so var tað tað, men heldur tvíheldur fjølmiðilin um sína egnu lygn. Til stóran skaða fyri Roðan, leiðsluna, starvsfólkini og borgararnar í Runavíkar, Nes- og Sjóvar kommunum.
Leggjast kann afturat, at man í Roðanum støðugt arbeiðir við at menna og tryggja hóskandi røktartilboð til teir borgarar, ið hava tørv á hesum.
Roðin, Friðartún 1, 620 Runavík.
Tórbjørn Jacobsen, stýrisformaður fyri Roðan.
Jóngerð Guttesen, dagligur leiðari fyri Roðan.