Tað er strangliga bannað og sera vandamikið fyri trygdina hjá skipinum at føra dunkar við brennievni í bilinum inn á dekkið á Smyrli. Manningin á Smyrli ger stakroyndir av viðførinum hjá bilum, ið fara umborð á Smyril á Krambatanga. Bilar verða avvístir, um teir hava dunkar við brennievni í bilinum.