Í eina góða viku hava føroyingar savnað saman pening at lata íslendska Reyða Krossi. Stuðulin verður brúktur til at hjálpa teimum, ið eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík, har 4.000 borgarar hava verið noyddir at rýma frá heimum sínum.

Við góðum stuðli frá privatpersónum og stovnum í Føroyum hevur Reyði Krossur Føroya savnað 250.000 kr. til endamálið. Sum avvarandi landsstýrismaður fyri neyðhjálp hevur Bjarni K. Petersen gjørt av, at Føroya landsstýrið letur somu upphædd, soleiðis at føroyski stuðulin til Grindavíkar tilsamans er hálv millión kr.