Í august skulu Føroyar aftur til próvtøku hjá brekrættindanevndini hjá Sameindu tjóðum. Hetta er í sambandi við, at Føroyar í 2009 viðurkendi, at sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skuldi galda fyri Føroyar. Próvtøkan, sum verður í Genève, byggir á frágreiðing ávikavist frá Føroya landsstýri og frá føroyska sivilsamfelagnum, har orð aftur verða sett á tey rættindi, sum enn ikki eru fingin í rættlag. Eftir próvtøkuna sendir brekrættindanevndin hjá ST tilmæli umvegis danska kongsríkið til Føroyar áheitan um at seta í verk viðkomandi átøk.

Rættindahugsanin má vinna frama


Umframt at brekrættindasáttmálin staðfestir verandi borgarlig- og sivil mannarættindi, inniheldur sáttmálin ásetingar um búskaparlig, mentunarlig og sosial rættindi og rættin til atkomu í víðari merking og javnstøðu.

At síggja til tykjast føroyskir myndugleikar at taka í álvara viðurskifti, sum viðvíkja fólki, ið bera brek. Lívsroyndir og fakligar greiningar hjá limafeløgunum geva tó ábendingar um, at Føroya landsstýri og myndugleikar sum heild grundleggjandi og áhaldandi byggja mannagongdir og sjónarmið á eina samanrenning av gomlum fatanum av hugtakinum brek, sum byggja á heilivág, sjúkugreining og olmussu.

Tí standa fólk, ið bera brek, framvegis í ov stóran mun sjálvi við avbjóðingini at tryggja, at landsins myndugleikar gerast varugir við og velja at leggja hesa hugsanina um til eina skipaða menniskjarættindatilgongd. Soleiðis at viðkomandi mannagongdir, hugburður og háttaløg verða ment fyri at tryggja rættvísi, javnrætt og umsitingina av rættindum hjá fólki, ið bera brek, bæði formliga umvegis lóggávu og í veruliga lívinum.

Í grundini eru tvær høvuðsorsøkir til hesa avbjóðing. Onnur er sjálvt grundarlagið fyri menniskjarættindavernd í Føroyum, sum ikki er dagførd, og hin er ógreitt og ofta villleiðandi samskifti millum altjóða brekrættindanevndini hjá ST og danska kongsríkið, harundir føroyskar myndugleikar og føroysk feløg.

Íverkseta sáttmálan í føroyska lóggávu

Grundarlagið fyri menniskjarættindavernd, ið ikki er dagførd, og sum føroyskir myndugleikar tó fylgja í sínum dagliga arbeiði, t.e. í lógarsmíði, mannagongdum, hugburði, avmarkaðum tilfeingi o.s.fr., økja um sannlíkindi fyri, at nýggj lóggáva ikki nøktandi virðir, verjir ella stuðlar rættindi hjá fólki, sum bera brek. Fyrsta stigið hjá landsmyndugleikunum eigur tí at vera at íverkseta brekrættindasáttmálan sum lóg í Føroyum og síðani fremja hesi rættindi inn í føroyska lóggávu.

Her hevur tað eins stóran týdning, at samstarvið millum myndugleikar og umboðandi feløg verður styrkt grundleggjandi, lutvíst við at menna skilabetri mannagongdir fyri hoyringum og luttøku í lógargerð og lutvíst við at økja um tøka starvsfólkatilfeingið hjá báðum pørtum.

Harumframt er framvegis eingin landsumfevnandi brekpolitisk virkisætlan, sum er gjørd í samstarvi við umboðandi feløg. Hóast nakrar batar seinastu tíggju árini, eitt nú í mun til nýggja almannalóg, hevur manglandi dagførda grundarlagið fyri menniskjarættindavernd forðað fyri veruligum batum og harumframt eru dømi um at rættindi verða niðurlagað.

Føroyar avmarkað pláss

Eins og undanfarin ár er Føroyar partur av samlaðu frágreiðingini frá danska kongsríki til ST. Hetta ger, at bæði Føroya landsstýrið og umboðandi feløgini eru munandi avmarkað í orðatali í frágreiðingunum. Sjálvt um lógarviðurskiftini í Føroyum í minsta lagi er eins fjøltáttað og samansett, sum tey eru í Danmark. Hetta merkir, at møguligar menniskjarættindaavbjóðingar í Føroyum enn ikki eru ella verða viðgjørdar nóg væl í frágreiðingunum og samskiftinum við brekrættindanevndina hjá ST.

Nakað av tí, sum víst verður til í frágreiðingini er, at Føroyar tørvar eina lóggávu, har brekrættindasáttmálin verður íverksettur, at betra hoyringar í sambandi við lógarsmíð, at gera eina landsfevnandi brekpolitisk virkisætlan, at verja fólk, ið bera brek, fyri stovnsgerð og mismuni og at menna starvsfólkatilfeingi. Hetta eigur millum annað at verða sett í verk saman við eini tvørgeira rættindalóg við tillagingarskyldu, ið bannar allan mismun á øllum økjum vegna brek.

Við hesum eru rættindinum hjá fólki, sum bera brek, komandi árini í vanda fyri at verða ávirkað skeivan veg eitt nú av vaksandi stovnsgerð og niðurlaging av verandi rættindum.

Við vón um batar

Hetta er triðju ferð, at MEGD vegna tey 24 limafeløgini fær møguleika at lýsa støðuna hjá fólki, ið bera brek í Føroyum – fyrstu ferð var í 2014 og seinast var í 2018. Síðani seinastu hoyringarnar eru framstig gjørd til frama fyri brekøkið, men enn er tørvur á at finna loysnir upp á grundleggjandi avbjóðingar. Tí er tað við vón um enn fleiri batar, at leiðin aftur gongur til Genève.

Her ber til at lesa samlaðu frágreiðingina, sum nú er send brekrættindanevndini hjá ST.

Tóra við Keldu, forkvinna hjá MEGD