Vit eru millum tey bestu í Berlin. 

Stóru hondbóltstjóðirnar eru tiknar á bóli, nú føroyingar gera vart við seg – spælarar og áskoðarar.

Hondbóltslandsliðið hjá monnum hevur sett Føroyar og hondbóltin í Tórshavnar kommunu á heimskortið.

Tit skriva ítróttarsøgu hvønn dag. Tit umboða okkara land og okkara bý á allarbesta hátt.

Vit eru errin av tykkum.
Føroyar framá,
í ítrótti vinn
Saman standa vit stinn.

Heðin Mortensen, 
borgarstjóri