Strategiin hjá Føroya Politi tekur støði í yvirskipaðu strategiini hjá samlaða politinum og ákæruvaldinum.
Vit hava tveir høvuðsvarðar í okkara strategi, sum vit hava sett upp sambært yvirskipaðu strategiini fyri alt politiið. Tveir høvuðsvarðar sum byggja á greið politisk ynski:
- Nærri borgaranum
- Skynsamur rakstur
Hesir varðar eru valdir við tí í huga, at uppgávan hjá politinum sum meginregla er at veita tænastur til borgararnar á nógvum ymiskum mótum. Hetta gera vit best, um vit eru nær borgaranum; men eisini tá ið vit skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri okkara arbeiði. Okkara strategisku mál røkka bæði út í samfelagið og inn á stovnin sjálvan.
Henda stórar broytingar í samfelagnum, broytast brotsverkini munandi og so framvegis, skal strategiin lagast til nýggju umstøðurnar. Fyri at tryggja hetta fer Føroya Politi frá 2025 at gera eina árliga strategi; eina strategi sum ikki neyðturviliga broytir tað strategiska útgangsstøðið, men sum tryggjar, at strategiin fer í gjøgnum eitt árligt tænastueftirlit.