MENTANARNÁTTIN 2024
Føroya Politi luttekur á Mentanarnáttini 7. juni kl. 17.00 – 20.00
Á Mentanarnáttini skipar politiið fyri tiltaki á parkeringsøkinum uttanfyri politistøðina. Her verður høvi at síggja okkara politibilar, bát og motorsúkklur.
Kl. 18.00 – 19.00 Møguleiki at hitta og práta við ein ákæra.
Kl. 17.00 – 20.00 Heinta títt pass í Borgaratænastuni.
Kaffi,te og saft við onkrum góðum afturvið verður at fáa í kantinuni.
Verið vælkomin á Mentanarnátt hjá Føroya Politi.