Eitt starv sum flogteknikari hjá FarCargo verður hervið lýst leyst at søkja.
FarCargo er nýstovnað føroyskt flogfarma-felag við sæti á Bakka á Glyvrum. Ætlanninar hjá FarCargo umfata flutning av flogfarmi úr Føroyum til USA og aftur til Føroya umvegis Billund í Danmark. Flogfarið verður av slagnum Boeing 757-200F og kemur at hava støð í Billund. FarCargo hevur ikki egið flogloyvi við byrjan, og flogið verður tískil undir flogloyvinum hjá West Atlantic Sweden. Dagliga viðlíkahaldið verður gjørt undir danska EASA-góðkenda viðlíkahalds-felagnum Aeroservice ApS (EASA.DK.145.0109), og kemur flogteknikarin sostatt at verða góðkendur undir og at arbeiða eftir mannagongdum og loyvum hjá Aeroservice.
Starvið
Arbeiði umfatar dagligt viðlíkahald av flogfarinum undir steðgi í FAE umframt feil-søking og -rætting. Teknikarin kemur at hava ábyrgdina av og røkta støðina, amboð og útgerð í FAE sambært galdandi mannagongdum og at innganga sum stuðul til og umsjónarfólk vegna FarCargo undir handlingini av flogfarinum í FAE, harumframt at loysa ymsar uppgávur í hesum sambandi. Eisini verður teknikarin partur av “Maintenance Control” toyminum við tilhoyrandi telefon-vakt, fyrireiking av arbeiði og hjálp til feilsøking á øðrum støðum. Arbeiði uppá onnur flogfør í FAE kann eisini gerast ein partur av uppgávuni.
Umsøkjarin skal vera tøkur at ferðast við flogfarinum sum “flying-spanner” umframt at arbeiða á øðrum støðum hjá Aeroservice/FarCargo eftir tørvi og nærri avtalu.
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava EASA Part.66 AML við minst einari typu-góðkenning innan flogfør av slagnum Boeing, Airbus ella Embraer 170/190 og í minsta lagi 5 ára royndir innan viðlíkhald av hesum. Royndir við “Maintenance Control” eru ein fyrimunur. Viðkomandi skal vera tøk/ur at taka typu-skeið til B757 beinanvegin sum starvið byrjar. Hetta kann vera staðbundin undirvísing uttanfyri Føroyar, talgilt ella ein blanding av báðum. Umsøkjarin skal hava bústað í Føroyum ella flyta til Føroyar við starvssetan.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Andrew Djurhuus, tekniska leiðara, á tel. 22 21 81 ella við telduposti til andrewd@farcargo.fo.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 20. desembur 2023.
Starvið verður sett sum skjótast.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.