Flogfarið hjá FarCargo, hvørs høvðuseigari er Bakkafrost, hevur fingið luft undir veingirnar, og er nú ávegis til Malmø. Flogfarið væntast at lenda umleið kl.13 lokala tíð.

Flogfarið fer síðani til Kastrup har farið verður undir at flyta flogfarið frá amerikonsku skrásetingini til tí evropeisku. Hetta væntast at taka nakrar vikur.

Talan er um eitt Boeing 757-200, sum hevur tænt sum ferðamannaflogfar hjá American Airlines síðani 2001. Flogfarið er síðani blivið umvælt til farmaflogfar í New Mexico.

Mynd frá farcargo.fo

Flogfarið kann taka 35 tons (235 m³) av farmi, og ætlanin er í fyrstu syftu, at laksur frá Bakkafrost skal flytast til New York, og síðani skal vøra flytast eftir tørvi til eina evropeiska floghavn.

Flogfarið kann flúgva 7.000 km, og kann tískil eisini flyta laks til Miðeystur.

Mynd frá farcargo.fo

Á heimasíðuni hjá FarCargo sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost: “Hetta er ein nýggjur kapittul í føroyskari handilssøgu. Málið er at veita feskan hágóðsku laks til USA, Ísrael og aðrar fjarskotnar marknaðir bert ein dag eftir, at laksurin svimur í føroysku fjørðunum…” 

Ovasta myndin er tikin av Sæmundi Jóhannsson í Roswell, NM.