Nývalda felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu hevur skipað seg við Barbaru Djurhuus sum forkvinnu og Ólavi Jóannesarson Hansen sum næstformanni.
Fyrsti fundur hjá ráðnum varð hildin 15. februar.
Áðrenn fundurin byrjaði, segði Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, nøkur orð um týdningin av at hava eitt ráð, umboðandi øll foreldraráð í kommununi, hjá limunum í mentamálanevndini at sparra við, og sum kann ráðgeva í málum, sum eru viðkomandi fyri foreldur og børn teirra.
Foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu er sett á stovn at umboða øll foreldraráð á dagstovnaøkinum í kommununi og at virka fyri at fremja áhugamál hjá børnum og foreldrum.
Nokk av málum at tríva í
Limirnir í ráðnum eru á einum máli um, at størri politiskt fokus skal vera á dagstovnaøkið. Millum annað:
- Rúmligir karmar: Kommunan eigur at uppraðfesta og arbeiða meira miðvíst við at lyfta støðið á rúmligu karmunum á stovnunum, so teir hóska til nútímanskrøv. Betri uttan- og innandura karmar betra eisini arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólki og børnum.
- Draga til og varðveita starvsfólk: Kommunan eigur at arbeiða meira miðvíst fyri at draga fleiri roynd hjálparfólk og námsfrøðingar til dagstovnaøkið.
- Foreldraráð: Felags foreldraráðið fer at stremba eftir at birta hugin hjá foreldrum at gerast virkin í foreldraráðunum á stovnunum í kommununi. Millum annað við at varpa ljós á, hvussu foreldraráð kunnu betra umstøður á dagstovnunum.
Avbjóðingarnar á dagstovnaøkinum kunnu ikki loysast í eini handavend. Neyðugt er at arbeiða miðvíst eftir langtíðarmálum fyri dagstovnaøkið, sum eru kjølfest politiskt, í samráð við starvsfólk, foreldur og umsitingina.
Á fyrstkomandi fundi í vár fara ráðslimirnir at leggja dent á at kunna seg nærri um viðurskifti á barna- og ungdómsøkinum og leggja eina ætlan fyri ráðsarbeiðið framyvir.
Nývalda felags foreldraráðið. F.v: Hans Fróði Jensen, Ólavur Jóannesarson Hansen (næstformaður), Jóhanna Maria Olsen, Barbara Djurhuus (forkvinna), Svanna í Gong, Bergdís Ester Gisladóttir, Beinta Lisberg