Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur boðað frá, at farið verður undir dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi mánadagin 4. mars 2024.

Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur saman við fakfólki á økinum, arbeitt við at skipa eina trygga og góða dialysuviðgerð á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tað er at fegnast um, at øll viðurskifti nú eru komin uppá pláss, og virksemið byrjar 4. mars 2024.

Dialysuviðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.