Fríggjadagin og leygardagin, 30. og 31. august, verður ein serlig konsertuppliving í Norðurlandahúsinum, tá ið Eivør við bólki fer at framføra løg av nýggju fløguni “ENN”.

Í juni í ár gav Eivør fløguna “ENN” út, og í sambandi við útgávuna fer hon á konsertferð við heili 38 konsertum í ár. Konsertirnar í Norðurlandahúsinum verða tær fyrstu á túrinum, ið síðani heldur fram til Íslands og víðari út í heim. Konsertferðin í heyst fevnir millum annað um spælingar í Europa, Nýsælandi og Australia, og í byrjanini av 2025 eisini í USA, umframt at Europa eisini verður aftur á skránni tá.

Konsertin í høllini í Norðurlandahúsinum verður ein standikonsert, har Jógvan Joensen hitar upp. Nøkur sitipláss eru í Klingruni, og fólk við serligum tørvi kunnu venda sær til Norðurlandahúsið fyri at bíleggja sitipláss. 

Atgongumerki fáast á NLH.fo, og vit mæla til at keypa í góðari tíð, tí atgongumerkini seljast skjótt. Til leygardagskonsertina 31. august eru bert heilt fá atgongumerki eftir.