INNBJÓÐING TIL MÓTTØKU OG HUGNAKVØLD
ísv. at stórfingna symfoniska heildarútgávan
“Eitt dýpi av dýrari tíð” kemur út

Tað er ikki hvønn dag, at nýggjur føroyskur symfoniskur tónleikur verður givin út á plátu. Men nú fer Elin Brimheim Heinesen at leggja fram nýggju heildarútgávuna hjá sær og pápanum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen, á móttøku og hugnakvøldi, sum verður:

Leygarkvøldið 2. december kl. 20.00

í Perluni, Tórsgøtu 3 í Havn

Útgávan hevur fingið heitið “Eitt dýpi av dýrari tíð” og verður givin út á vinylplátum, fløgum og á talgildum pallum av plátufelagnum TUTL.

Elin hevur eisini okkurt annað spennandi við í skjáttuni hetta kvøldið.

Skrá

  • Elin leggur fram og greiðir frá tilgongdini at skapa tær 12 skeringarnar á heildarútgávuni
  • Prát við ymisk fólk, sum hava gjørt stórfingnu tónleikaverkætlanina møguliga
  • Livandi tónleikur verður sjálvsagt á skránni
  • Sjónbandalagið “Sóleyan” verður víst á stórskíggja
  • Elin avdúkar eitt eyka jóla-yvirraskilsi! 

Til ber at ogna sær plátuna hetta kvøldið fyri serprís og við signaturi hjá Elini.
Borðreitt er eisini við ábiti, og barrin er opin til kl. 23:30.