Leygarkvøldið 24. februar kl. 19.30 verður ein country-gospel konsert í Elim, Søldarfjørður við Eyðun Jacobsen og bólki.

Eyðun Jacobsen hevur fingist við tónleik síðan hann var smádrongur. Umframt at vera solistur, hevur hann verið við í fleiri bólkum og er eisini komin við fleiri útgávum gjøgnum árini. 

Tónleikurin er country gospel. 

Eyðun er sera aktivur í kristna tónleikaheiminum í Føroyum,  bæði sum tónleikari, fyriskipari av tiltøkum sum t.d. Gospeltúrarnir við Norrønu og eisini samskipari av upptøkum m.a. í USA. 

Áhugin fyri country tónleiki birtist í ungum árum, sjálvt um hann eisini hevur í eina tíð var meira í rokkinum. Nú er hann so reindyrkaður country-gospel sangari.

Eyðun gongur høgt upp í at tann kristni boðskapurin kemur greitt fram í tekstunum. 

Eyðun hevur eisin seinastu árini verið nakrar ferðir í Noregi og sungið. Hann er eisin ein av fyrireikarunum av stóra sang og tónleikatiltakinum Sangur Yvir Landamørk.

Í bólkinum sum spælir undir hjá Eyðun eru: Gotfred Joensen, klaver, Terje B. Vestergaard keyboard, Petur Hermansen steel guittar, Filip Rajani Hansen bass, Petur Bærentsen el guittar,  Jón Eli Jacobsen trummur, Birgin N, Hansen kór, Kristina N. Hansen kór og Heidi N. Andersen kór.

Á konsertini fara vit eisini at hoyra røddirnar hjá Magna Christiansen og Terje B. Vestergaard.

Ókeypis atgongd.