Í ferðsluni er neyðugt at vera árvakin. Tú má hyggja teg væl um. Ikki lata teg órógva óneyðugt og hugsavna teg um tað, sum hevur týdning í ferðsluni. Og tú má ikki taka óneyðugar kjansir.
Minnist tú eisini at vísa hinum í ferðsluni, hvønn veg tú ætlar tær?
Hetta er kjarnin í nýggja átakinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tí tað kann elva til ørkymlan og vandastøður, um bilførarar gloyma at blinka.
Í hesum sambandi hava vit verið ein túr í studio og fingið Marius DC at hjálpa okkum. Úrslitið er ’Brúkar tú blinkaran’, sum millum annað staðfestir ”Eg skilji ikki, hvussu tað kann vera so ’svert’ at vísa hvønn veg tú fert!”
Ljóðlýsingin verður at hoyra á útvarpsrásunum og á sosialu pallunum hjá RFF. Átakið byrjar 18. mars og heldur fram í tríggjar vikur.