Breið politisk semja um Suðuroyartunnilin

Breið politisk semja er millum flokkarnar í Løgtingium um, at tíðin nú er búgvin til at taka eitt týðandi stig at fremja Suðuroyartunnilin fyri at venda gongdini í Suðuroynni. Samstundis verður tryggjað, at borurin ikki verður settur í, fyrrenn verkætlanin er prosjekterað, hevur verið í útboði og ein neyvari kostnaðarmeting fyriliggur.

Á tíðindafundi í Tinganesi í morgun varð semjuskjal um Suðuroyartunnilin undirskrivað av umboðum fyri allar politisku flokkarnar í tinginum.

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur lagt dent á at hava allar politiskar flokkar, sum eru umboðaðir í Løgtinginum, við í fyrireikingartilgongdini og fegnast nú um, at breið semja er um at taka fyrsta stigið av tveimum til at fremja verkætlanina at gera ein Suðuroyartunnil.

Verkætlanin fevnir, umframt ein undirsjóvartunnil millum Sandvík og Djúpadal, norðanfyri Skarvanes, eisini um tunnil millum Sandvík og Hvalba, umfarsveg í Hvalba, tunnilsveg í Sandvík, farleið frá tunnilsvegnum við Líðarenda til Sandoyartunnilin og farleið frá Líðarenda til Suðuroyartunnilin.

Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum verður nú sent í almenna hoyring, áðrenn tað verður lagt fyri tingið seinni í ár. Uppskotið við fylgiskjølum kann lesast her.

Semjuskjalið kann lesast her.