Nú fer allur bjargafuglur at fáa somu vernd fyri órógv frá ferðslu á sjónum kring oyggjarnar.
“Tíðin er komin at vit víðka verandi vernd til at fevna allan bjargafugl í Føroyum,” sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.
Higartil hevur tað bara verið sjófuglurin í bjørgum og urðum í Nólsoy, Skúgvoy og Mykinesi, sum hevur notið gott av strongum reglum um sigling undir landi í summarhálvuni. Umhvørvismálaráðið sendir nú eitt kunngerðaruppskot í almenna hoyring, sum víðkar verndina til at fevna um allan sjófugl í landinum. Uppskotið hevur við sær, at ikki verður loyvt at sigla skjótari enn 8 míl nærri enn 500 metrar úr landi í tíðarskeiðinum 15. apríl til 31. august. Ferðavmarkingin skal tryggja, at fuglurin verður órógvaður sum minst í bútíðini.
Freistin at gera viðmerkingar er sett til mikudagin 28. august 2024.
Hoyringsskrivið kann lesast her.
Uppskotið til kunngerð kann lesast her.