Á miðdegi fór eitt leiguflogfar hjá Atlantic Airways við donskum politistum úr flogvøllinum í Karup til Grønlands.
Tað váttar Rigspolitiið fyri Ekstra Blaðnum. Tey upplýsa annars lítið um, hvat danska løgreglan er á veg til.
– Tað er í sambandi við vitjanina úr USA, upplýsir samskiftisleiðarin hjá Rigspolitinum, René Gyldensten, fyri Ekstra Bladet.