Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul J. Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314 gjaranes@gmail.com
Skrivað: P.J.D Glyvrar 28.04.2024
___________________________
Árligi aðalfundurin hjá OM-Føroyar varð hildin seinasta mánadag 22. apríl á gamla Spinnarínum í Klaksvík. Væl av fólki var møtt upp til fundin, sum var settur kl.19:00 av Jens Chr. Olsen, sum er nevndarformaður í OM-Føroyar.
Formaðurin Jens Chr. Olsen hevði árligu formansfrágreiðingina, har hann m.a. greiddi frá árligu Teen-Street leguni í Týskalandi, har 2.500 altjóða luttakarar vóru í alt, og av hesum vóru 250 føroyingar.
Eisini nevndi formaðurin í ársfrágreiðingini føroyskar trúboðarafamiljur, sum OM-Føroyar hevur í Japan, Suðurafrika, í Frankaríki og umborð á trúboðaraskipinum Logos Hope. Jóhannes Mortensen úr Klaksvík, sum er trúboðari í Frankaríki, greiddi frá á aðalfundinum um trúboðaraarbeiði í Frankaríki, sum m.a. fevnir um at stovna nýggjar samkomur.
OM stendur fyri Operation Mobilisation, sum er altjóða kristiligur trúboðarafelagsskapur. Felagsskapurin hevur havt danska undirdeild í Føroyum í fleiri ára tíggir, men í 2013 bleiv deildin í Føroyum ein føroysk deild burturav við føroyskari nevnd og føroyskum leiðara. Tað er Dánjal av Rana, sum er dagligur leiðari í dag.